Nú er tann stundin... Við hvørt hava vit hug at halda, at tað er við javnstøðu í politikki, sum við veðrinum: Øll tosa um tað, men eingin ger nakað við tað. Hetta er bara partvís rætt. Vit halda, at tað er gjørt nógv spennandi seinnu árini og tað hevur avgjørt gjørt mun. Tað gongur nakað seint eftir okkara tykki, men avgjørt rætta vegin. Demokratia setti sær fyri til Fólkatingsvalið og Løgtingsvalið 2011 við nýggjum lýsingarátaki at seta ljóskastaran á tørvin á at fáa javna kynsumboðan í politisku skipanina - nú! Ein røð av kvinnum hava í lýsingum hjálpt okkum at seta orð á trupulleikan og saman heittu- og heita - vit á tykkum um at gera nakað við støðuna. Slagorðini eru: Ábyrgdin hon er tín Avgerðin hon er tín Atkvøðan hon er tín Lýsingarnar finnast niðanfyri. Lýsingarnar vóru prentaðar sum plakatir uppundir Løgtingsvalið og hongdar upp millum hinar valplakatirnar. Armbond við búmerkinum og Demokratia skrivaðum á vóru latin fólki, umleið 2500 í alt. Orsakað av avmarkaðu fíggjarorkuni vóru lýsingarnar bert nakrar fáar ferðir í bløðunum. Vit fingu fíggjarligan stuðul til at prenta plakatirnar, m.a. frá: Vodafone Advokatarnir Hentze Kvinnufelagnum í Havn
» Lýsing - Annika Karlsdóttir Ljósstein (PDF) ![]() » Lýsing - Guðrið Hansdóttir (PDF) ![]() » Lýsing - Ingeborg Vinther (PDF) ![]() » Lýsing - Kristina Christiansen (PDF) ![]() » Lýsing - Leila Solmunde (PDF) ![]() » Lýsing - Marita V. Rasmussen (PDF) ![]() » Lýsing - Siri Eysturoy (PDF) ![]()
|
Skrivað út frá http://70213.buildyourownportal.com d. 29. Mars 2023 06:45:39 |