Stuðla Demokratiu
Hevur tú hug at hjálpa okkum at fremja okkara sak, so er tað lætt at stuðla okkum, tí okkum tørvar stuðul í sambandi við alt, sum vit gera.

Moralskur stuðul
Tú kann vísa okkum tín stuðul alment við at luttaka í almenna kjakinum og føra okkara sjónarmið fram. Tú kann skriva lesarabrøv, luttaka í kjakinum á okkara heimasíðu og Facebooksíðu og siga okkum, hvat vit gera gott, hvat vit kunnu gera betur ...

Lýsingarstuðul
Demokratia hevur javnan tørv á at lýsa í bløðunum. Hetta kostar pening, og tað hava vit ikki nóg mikið av - men ráð eru fyri tí! Til ber at bjóða okkum fíggjarligan stuðul við at seta seg fyri at t.d gjalda eina ella fleiri lýsingar fyri okkum. Hevur tú hug til nakað tílíkt, so set teg í samband við okkum fyri at frætta nærri.


Skrivað út frá http://70213.buildyourownportal.com d. 29. Mars 2023  06:07:11