Hvørji eru vit? Føroya løgting samtykti í 1999 eitt tilmæli frá Útnorðurráðnum, har heitt varð á tað grønlendska og føroyska landsstýri um at seta eina nevnd, sum skuldi leggja tiltøk til rættis fyri at bøta um kvinnuleiklutin í politikki. Tiltøkini skuldu vera útbúgving, lýsingaátøk og útgávuvirksemi. Nevndin – sum nú eitur Demokratia - varð vald á fyrsta sinni fyri 2006-2007 og fór til verka í august 2006. Demokratia er sett saman av umboðum fyri allar politisku flokkarnar, Kommunufelagið, Javnstøðunevndina og Kvinnufelagasamskipan Føroya.
» Marna K. Jacobsen (Kvinnufelagasamskipan Føroya) - forkvinna ![]() » Kristina Gry Berg (Tjóðveldi) ![]() » Súsanna Køtlum (Framsókn) ![]() » Petur Martin Hansen (Javnaðarflokkurin) - næstformaður ![]() » Sunniva Bjarnastein (Fólkaflokkurin) ![]() » Lasse Klein (Sjálvstýrisflokkurin) ![]() » Ólavur í Geil (Miðflokkurin) ![]() » Maud Poulsen (Sambandsflokkurin) ![]() » Lív Patursson (Javnstøðunevndin) ![]() » Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen (Kommunufelagið) ![]() » Bjørg Jacobsen (skrivari) ![]() Fyrsta nevndin í Demokratia
|
Skrivað út frá http://70213.buildyourownportal.com d. 29. Mars 2023 05:50:54 |