Profile index
29-03-2023 05:21:58

Demokratia
Hvat er Demokratia?
Hvørji eru vit?
Búmerki
Álit og ársfrágreiðingar
Tilmæli frá Útnorðurráðnum 1999


Kvinnur
CEDAW
Filmar frá stuttfilmskapping
Framløguteknikkur
Ymsar kanningar
Gallup-kanningar
Kvinnur í politikk - hví og hvussu?
Sjálvsmenning
Kvinnur í politikki
Slóðir


Leita: 

Fólkatingsvalið risaósigur til kvinnurnar
Fólkatingsvalið 5. juni 2019 var ein risaósigur fyri kvinnuligu valevnini. 63 fólk stillaðu upp – 26 kvinnur og 37 menn. Sostatt taldu kvinnurnar góð 41% av teimum uppstillaðu. Hetta er munandi størri partur enn á seinasta fólkatingsvali í 2015. Tá stillaðu 62 fólk upp, av hesum bara 18 kvinnur ella 29%.

Men hóast kvinnurnar taldu 41% av teimum uppstillaðu, fingu tær bara 4.954 av teimum tilsamans 23.723 persónligu atkvøðunum, svarandi til knøpp 21%. Teir 37 menninir fingu í miðal 506 atkvøður í part, meðan tær 26 kvinnurnar í miðal fingu 190 atkvøður í part.

Nógv teir størstu atkvøðuslúkararnir vóru menn – tann størsti fekk 3.331 atkvøður. Størsti kvinnuligi atkvøðuslúkarin liggur heilt niðri á 16. plássi við 443 atkvøðum.

Ymiskt er, hvussu javnstøða verður raðfest á listunum hjá ymsu flokkunum. Javnaðarflokkurin og Framsókn vóru einastu flokkar, ið stillaðu eins ella á leið eins nógv av báðum kynum upp. Uppstillingarmynstrið líkist tí á fólkatingsvalinum í 2015 - tó stillar Tjóðveldi sum einasti flokkur fleiri kvinnur enn menn upp í 2019.

Fólkatingsval 2019:
Fólkafl.: 10 menn, 3 kvinnur
Sambandsfl.: 10 menn, 5 kvinnur
Javnaðarfl.: 8 menn, 7 kvinnur
Nýtt sjálvstýri: 1 maður, 0 kvinnur
Tjóðveldi: 5 menn, 8 kvinnur
Framsókn: 3 menn, 3 kvinnur

Fólkatingsval 2015:
Fólkafl.: 10 menn, 2 kvinnur
Sambandsfl.: 12 menn, 2 kvinnur
Javnaðarfl.: 6 menn, 6 kvinnur
Nýtt sjálvstýri: 2 menn, 0 kvinnur
Tjóðveldi: 7 menn, 5 kvinnur
Framsókn: 3 menn, 3 kvinnur
Miðflokkurin: 3 menn, 0 kvinnur
Uttanflokkalistin: 1 maður, 0 kvinnur.


[ Aftur | Prenta | Send til ein vin ]

Tíðindabræv








Kom við
Nú er tann stundin...
Filmar
Luttak í tiltøkunum hjá Demokratia
Stuðla Demokratiu
Slóðir til flokkarnar

Finn okkum a Facebook

Demokratia • Almannamálaráðið • Box 366, 110 Tórshavn • Tlf. 212848 • E-mail: demokratia@demokratia.fo