Profile index
29-03-2023 06:02:00

Demokratia
Hvat er Demokratia?
Hvørji eru vit?
Búmerki
Álit og ársfrágreiðingar
Tilmæli frá Útnorðurráðnum 1999


Kvinnur
CEDAW
Filmar frá stuttfilmskapping
Framløguteknikkur
Ymsar kanningar
Gallup-kanningar
Kvinnur í politikk - hví og hvussu?
Sjálvsmenning
Kvinnur í politikki
Slóðir


Leita: 

10 góð ráð til komandi valevnir
Her eru nøkur góð ráð til, hvussu komandi valevnir kunnu tryggja sær, at tey ikki liggja sjóvarfallið av sær.

1. LEYP ÚT Í TAÐ – ikki bíða, tí at tú manglar royndir ella vitan á ymiskum økjum. Tað fær tú við tíðini.

2. GERST LIMUR Í EINUM FLOKKI – ver við í arbeiðinum í flokkinum, syrg fyri at luttaka virkið, tá ið tað m.a. skal arbeiðast við stevnuskrá. Fortel, at tú vilt vera uppstillað/ur.

3. VER SÆDD/UR OG HOYRD/UR - ven teg við at taka orðið, skriva lesarabrøv og luttak í politiskum tiltøkum.

4. LÆR AV ØÐRUM – legg til merkis, hvør klárar seg væl og hví.

5. VER REALISTISK/UR – umhugsa, hvussu títt arbeiði, títt familjulív og tín politiska yrkisleið skulu hanga saman. Slepp perfektionismuni og ger títt besta.

6. TRYGGJA TÆR STUÐUL FRÁ FAMILJUNI – politiskt arbeiði krevur tíð og orku. Tað er týdningarmikið, at baklandið stuðlar tær og at uppgávurnar heima eru javnt býttar.

7. STYRK TÍTT NETVERK – luttak í ymiskum feløgum, nevndum og bólkum, har tú kann fáa royndir og góð sambond.

8. RAÐFEST – brúka orku upp á mál, sum hava tín áhuga og sum tú hevur eina meining um. Tað ger arbeiðið stuttligari, og tú fært lættari gjørt vart við teg.

9. VER TÚ – halt fast í tínum meiningum og góðtak, at onnur kunnu vera ósamd.

10. MINST TIL AT HATTURIN GEVUR MØGULEIKAR – tú fært ávirkan. Sum fólkavald/ur verður tað lurtað eftir tær, eisini í fjølmiðlunum, og tú fært vitan frá fakfólkum í fyrisitingini.

Kelda/íblástur: "Kvinder styrker det lokale demokrati", Ligestillingsministeriet 2008.


[ Aftur | Prenta | Send til ein vin ]

Tíðindabræv








Kom við
Nú er tann stundin...
Filmar
Luttak í tiltøkunum hjá Demokratia
Stuðla Demokratiu
Slóðir til flokkarnar

Finn okkum a Facebook

Demokratia • Almannamálaráðið • Box 366, 110 Tórshavn • Tlf. 212848 • E-mail: demokratia@demokratia.fo