Filmar
Í januar 2011 skipaði Demokratia saman við Klippfisk fyri filmskapping. 4 filmar komu inn. Á 8. mars-haldinum í Norðurlandahúsinum 2011 vórðu filmarnir vístir og vinnarin avdúkaður.
Tað vóru fýra sera ymiskir filmar, allir við hvør sínum dygdum. Vinnarafilmurin gjørdist filmurin hjá Franklin Henriksen og Jon Ivar Venned.
Nevndin metir, at hesin filmur lýkur krøvini, sum nevndin setti. Í filminum er eitt breitt úrval av fólki, sum kemur til orðanna við ymsum sjónarmiðum um evnið javnstøða í politikki.