Marna K. Jacobsen (Kvinnufelagasamskipan Føroya) - forkvinna
Marna er fødd í 1954 og býr í Sørvági. Hon eigur fýra vaksin børn og trý ommubørn.
Hon er útbúgvin cand.phil í norðurlendskum máli, bókmentum og námsfrøði og starvast sum ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.
Marna er nevndarlimur í Málráðnum, Orðabókagrunninum og Felagnum Krígssavnið.
Áhugamál: bøkur og tónleikur.
Marna stríðist fyri javnrættindum og fría orðinum. Hon er eitt skrivandi fólk og hevur kannað og skrivað "Kynsleiklutir í føroyskum lesibókum 1-3 flokk (2010) og harumframt eitt ótal av greinum og ummælum. Haraftrat hevur hon hildið røður, fyrilestrar og hugleiðingar um evnini barnaspæl, ferðavinnu, javnrættindi, bókmentir, lesing, kvinnusøgu, skúlaskap, mál og mangt annað.
Bloggur: marnakj@wordpress.com

KSF (KvinnufelagaSamskipan Føroya) varð stovnað í 1979 og umfatar Skála Húsmøðrafelag, Kongshavnar Kvinnufelag, Tofta Kvinnufelag, Kvinnufelagið í Havn, Valkyrjurnar og Norðoya Kvinnufelag.
Varalimur fyri Tinu K. Jakobsen: Annetta Saltá
|