- Stutt valstríð - Millum valini eru flokkarnir ofta óvirknir viðv. at finna nýggj valevnir og røkja tey. Valevnini verða ikki funnin fyrr enn í seinastu løtu fyri valið. Tá er trupult at føra valstríð, serliga fyri nýggj valevnir - Manglandi stuðul frá flokkinum - Flokkarnir profilera bara menninar, serliga teir, sum savna atkvøður. Eingin stuðul og upplæring fyri nýggj fólk - Fjølmiðlarnir - Teir tosa bara við menninar, serliga teir somu kendu - Manglandi valstríð - Kvinnur agitera, reka og netverka ikki í sama mun sum menn - Kvinde er kvinde værst - Tær stuðla ikki hvør aðrari - Ótti fyri tí nýggja - Valskipanin - Veljararnir hava lyndi at velja tað umboð, teir/tær halda hevur frægast kjans at verða valt. Sostatt fara nógvar atkvøður “til spillis”. Sjálvt um t.d. 19% av atkvøðunum við løgtingsvalið 2004 fóru til kvinnur, telja tær bara 9% í løgtinginum.