29-03-2023 04:46:57


 |

|
 |
 |

Hví skulu kvinnur vera í politikki?
- Okkara samfelagsskipan byggir á eitt breitt góðtikið gundarlag um, at menn og kvinnur hava líka stórt virði - Demokratiskt undirskot. Kvinnur eru helvtin av fólkinum og verða raktar av teimum avgerðum, sum verða tiknar fólksins vegna. Men tær eru ikki í sama mun sum menn við til at taka avgerðirnar - Kvalifikatiónir. Kvinnur eru í dag líka kvalifiseraðar sum menn, bæði viðv. útbúgving og royndum - Talentspill. Tað er ein sjálvfylgja, at samfelagið eigur at brúka alt sítt talenttilfeingi á øllum samfelagsstigum. Tað er ikki minst lívsneyðugt, um samfelagið skal kunna standa seg í øktu kappingini og globaliseringini - Fjølbroytni og synergi. Hundraðtals kanningar og vanligar gerandis eygleiðingar vísa, at fjølbroytni gevur besta úrslit, tá fólk arbeiða saman. Jú fleiri ymiskir vinklar koma fram, jú størri verður synergi-effektin. Hvørki høsnagarðar ella hanakampar skapa nøkur serliga spennandi og dynamisk úrslit - Kvinnur hugsa og raðfesta øðrvísi enn menn. Hetta er eitt umstrítt sjónarmið, sum er trupult at prógva. Men sama hvat sannleikin er, er framvegis ein grund til, at kvinnur skulu luttaka í politkki. Um kvinnur hugsa og raðfesta øðrvísi, so er rímiligt, at tær verða umboðaðar av sínum egnu; og um munurin ikki er so stórur og knívskorin, er heldur eingin rímilig grund til, at kvinnur skulu vera uttanfyri - Rættindi versus skyldur. Tá samfelagið leggur orku í at útbúgva sínar borgarar, er hetta ein íløga. Tí hava borgararnir – eisini borgarinnurnar - skyldu at løna aftur, taka ábyrgd og tæna samfelagnum.
|
 |
 |
 |
 |
 |

Tíðindabræv |


 |