Profile index
29-03-2023 05:11:57

Demokratia
Hvat er Demokratia?
Hvørji eru vit?
Búmerki
Álit og ársfrágreiðingar
Tilmæli frá Útnorðurráðnum 1999


Kvinnur
CEDAW
Filmar frá stuttfilmskapping
Framløguteknikkur
Ymsar kanningar
Gallup-kanningar
Kvinnur í politikk - hví og hvussu?
Sjálvsmenning
Kvinnur í politikki
Slóðir


Leita: 

Hvussu fáast fleiri kvinnur í poltikk?
1) Rekrutteringsfasan

1) Byrja í góðari tíð. Ger eina ætlan fyri komandi tíð fram til valið
2) Skapa og spreið kunning, skipa fyri almennum fundum og bjóða fjølmiðlunum við
3) Heit á kvinnur um at stilla upp. T.d. umvegis arbeiðspláss, feløg, fakfeløg. Kanska finst onkur millum hesar, sum hevur hug, men ongantíð er spurd fyrr.
4) Skriva lesarabrøv
5) Set teg í samband við uppstilingarnevndirnar. Ger vart við javnstøðuna og heit á tey um at uppstilla javnt tal av monnum og kvinnum. Minst til, at eftir eitt gott kvinnuval kemur ofta eitt vánaligt. Tú mást ikki halda, at kvinnuumboðanin er tryggjað einaferð við alla. Allar royndir benda á tað øvugta.


2) Fasan fram til valið

Í hesi fasuni eru tað veljararnir, sum til seinast avgera persónssamansetingina.

1) Upplýs veljararnar um, hvønn týdning politisk javnstøða hevur
2) Upplýs veljararnar um valskipanina og møguleikarnar í henni
3) Heit á veljararnar um at velja kvinnur
4) Skipa fyri almennum fundum og kunning, gloym ongantíð at bjóða fjølmiðlunum við. Práta við fólk, hong plakatir upp, ger heimasíður, ver sjónlig allastaðni alla tíðina
5) Skriva lesarabrøv
6) Á valfundum: Set kvinnuligu valevnunum spurningar, fá tær í fokus.
7) Mobilisera serliga fyrstuferð-veljaranar. Fyrstuferð-veljarar hava ofta ikki so greiða støðu. Aktivera henda bólk, serliga í javnstøðuperspektivi.


Generellar strategiir

Kombinatión av familjulívi og politikki
Í summum førum kunnu einfaldar, praktiskar forðingar vera fyri kvinnur (og smábarnaforeldur) at luttaka í politikki. Eitt mál kann vera at rudda hesar forðingar av vegnum og innføra meira familjuvinarlig arbeiðsviðurskifti, t.d.

- at halda fundir í dagtímunum
- at stytta fundirnar
- betri málsfyrireiking og minni rúgvismiklar lesimongdir

Javnstøðuútbúgving
Heitt kann verða á kommunu, ting og flokkar um at skipa fyri javnstøðuupplæring fyri nývaldar politikarar.

Stuðulsbólkar
Flokkar og/ella kvinnuligir politikarar kunnu stovna stuðulsbólkar fyri kvinnuligar uppstillarar/politikarar.

Kvinnufeløg o.o.
Fá fatur á samstarvsfelagum, sum kunnu vera við í felags strategiini, t.d.:

Kvinnufeløg
Fakfeløg
Kvinnuligir leiðarar/undangongukvinnur
Umboð fyri fyrisiting í kommunu ella tingi

Almennir fundir
Skipa fyri almennum fundum við evnum, sum almenningurin hevur áhuga fyri. Bjóða kvinnum við sum uppleggshaldarar og panelluttakarar.
Send fjølmiðlunum innbjóðing minst 1 viku áðrenn. Veitst tú um onkran journalist, sum plagar at dekka kvinnuevni, send so henni/honum persónliga innbjóðing aftrat tí vanligu til redaktiónina. Legg stutt upplýsandi tilfar saman við. Ring til fjølmiðlarnar dagin fyri fundin og minn á.
Set plakatir um fundin upp á sjónlig støð.
Á fundinum: Hav evt. faldarar við at býta út. Nevn, nær næsti fundur verður.

Útsagnir, sum ganga aftur
Summar útsagnir ganga aftur og aftur og tykjast køva og seta punktum fyri víðari kjaki. Tað loysir seg at vera fyrireikað/ur upp á slíkar áðrenn fundin, t.d.:

- Tað er trupult at fáa kvinnur at stilla upp
- Tað er eingin meining í at velja eina kvinnu, bara tí hon er kvinna
- Tað er ódemokratiskt at geva kvinnum sersømdir
- Tað er umráðandi, at royndir politikarar sleppa framat, so kontuiniteturin kann tryggjast


[ Aftur | Prenta | Send til ein vin ]

Tíðindabræv








Kom við
Nú er tann stundin...
Filmar
Luttak í tiltøkunum hjá Demokratia
Stuðla Demokratiu
Slóðir til flokkarnar

Finn okkum a Facebook

Demokratia • Almannamálaráðið • Box 366, 110 Tórshavn • Tlf. 212848 • E-mail: demokratia@demokratia.fo