Hvørji eru vit?
Føroya løgting samtykti í 1999 eitt tilmæli frá Útnorðurráðnum, har heitt varð á tað grønlendska og føroyska landsstýri um at seta eina nevnd, sum skuldi leggja tiltøk til rættis fyri at bøta um kvinnuleiklutin í politikki. Tiltøkini skuldu vera útbúgving, lýsingaátøk og útgávuvirksemi. Nevndin – sum nú eitur Demokratia - varð vald á fyrsta sinni fyri 2006-2007 og fór til verka í august 2006.
Demokratia er sett saman av umboðum fyri allar politisku flokkarnar, Kommunufelagið, Javnstøðunevndina og Kvinnufelagasamskipan Føroya.